Skipan & mannagongd

Klappjaktin er skipað á ein serligan hátt, og hevur hesin sami háttur verið nýttur í mong mong ár.

Tað eru 17 mans, sum hava ”fastan harudag”, og merkir hetta, at tað eru hesir 17 mennirnir, ið hava rætt at skjóta harurnar í klappjaktini. Tað eru bert trongisvágsmenn, ið kunnu fáa fastan harudag.

Frá gamlari tíð hevur talið av skjúttum, verið ein skjútti pr. mørk í haruhøgunum. Upprunaliga vóru 3 haruhagarnir, Líðar- og Húsgarðs hagi við hvør sínum 6 merkum, og Riddalshagi við 4 merkur. Samanlagt gevur hetta sostatt 16 skjúttar. Fyri nøkrum árum síðan kom Tvørhagi, innari partur, ella vanliga nevndur hagin hjá Eliesari, eisini uppí klappjaktina. Av tí at ein hagi kom uppí jaktina afturat, bleiv skjúttaratalið hækkað við einum og uppí 17, ella 1 skjútta afturat fyri Tvørhaga.

Skipanin við hvør eigur fastan harudag, er eisini ein skipan, ið hevur mong ár á bakið. Tá ein skjútti, av onkrari orsøk, ikki longur hevur hug at vera við í jaktini, skal nýggjur skjútti finnast ístaðin. Hevur fráfarandi skjúttin son, ið hevur aldur, og hug at taka við eftir pápan, fær sonurin harudagin. Hevur skjúttin ongan, ið kann arva dagin eftir seg, fær tann klapparin, ið hevur verið oftast klappari, harudagin. Tað eru bert mannfólk, ið kunnu blíva skjúttar í klappjaktini.

Undir jaktini hevur hvør skjútti ein klappara við sær, hvørs uppgáva er at bera harurar. Fyrr í tíðini skuldu berarnir eisini klappa harurnar fram (herav navnið klappari), men soleiðis er ikki longur. Nú skullu klappararnir vera friðarligir, tí hildi verður, at betri er at ganga seg framá harurnar, enn at klappa tær fram. Navnið klappari hevur tó hingið við, og verður framvegis brúkt um berararnar.

Klappjaktin verður altíð gingin, frá fyrsta degi loyvt er at skjóta, frá 2. novembur og úteftir. Eisini um tað er ein gerandisdag.

Formaðurin hevur ábyrdina av nær farið verur í hagan. Tá veðurlíkindini eru passandi, verður ringt runt og ”boðað” til klappjakt. Hetta verður vanliga gjørt dagin fyri, og í so mikið góðari tíð, at tað er áðrenn seinasta túrin hjá Smyrili suður úr Tórshavn, av tí at nakrir av skjúttunum búgva norðanfjørðs.

 

Manngongdin fyri klappjaktina hevur nøkulunda veri tann sama í mong ár.

Møtistaði, sum í áravís hevur verið tað sama, er í Syðratoftum kl.0700.

Tá allir lutakarnir eru møttir, verður felags støða tikin, um veðrið er brúkiligt, ella um betri er at bíða til ein annan dag. Verður mett, at veðrið er passaligt, verður farið avstað úr Syðurtoftum umleið kl.0715.

Gingið verur síðan niðan eftir vegnum niðan á Ranan, og víðari eftir vegnum niðan til Vatnbrunnarnar.

Tá komið er har, sum vegurin endar, deilir fylgi seg upp. Skjúttarnir fara eystureftir og niðan móti Skallarók, meðan klapparnir ganga í ein beinan norðan, og seta kósina móti Frostgjógv.

Hetta er samstundis fyrsti partur av sjálvari jaktini. Skjúttarnir velja frítt hvagar í Riddalshaga/Tvørhaga teir nú fara, teir skullu bert halda seg eystanfyri ”eina linju” millum vatnbrunnarnar og Frostgjógv.

Klappararnir halda síðan á fram niðan á Frostgjógv, har teir seta seg, at bíða til skjúttarnir eru lidnir á Skallrók, og møtast aftur við Frostgjógv.

Umleið kl. 0900 skullu allir skjúttarnir, samlast aftir við Frostgjógv.

Her verður hildin ein stuttur steðgur, har tikið verður samanum byrjanina á jaktini, og um veðrið framvegis er brúkiligt.

Á Frostgjógv syrgir formaðurin fyri einum lutakasti, har drigið verdur, um hvussu skal gangast víðari frá Frostgjógv. Vanligt er, at formaðurin tekur eina húgvu, og letur 17 seðlar, við hvør sínum nummari á niður í húgvuna. Síðan tekur elsti skjútti fyrsti, og síðan hinir 16 eftir aldri.

Tá ið allir hava fingið hvørt sítt nummar, byrjar tann organiseraði partur av jaktini. Allir skjúttarnir fara nú til gongur vestureftir, í einari beinari linju, har tann skjúttin sum fekk nummar 1 gongur sunnast, undir Røðini, og skjúttin, ið trekti nummar 17 gongur norðast, framvið bygdarmarkinum millum Trongisvág og Hvalba.

Gingið verður vestur gjøgnum Riddalshaga og Húsgarðshaga, vestur til Mannagjógv. Norðanfyri Mannagjógv stendur ein varði á Hvalbiargøtuni, ið kallast ”Bøkkurin”. Á Bøkkinum samlast alt fylgi aftur til ein steðg, og til ein góðan bita.

Efter steðgin á Bøkkinum, fortsetur jaktin víðari vestureftr við somu linju. Gingið verdur nú víðari gjøgnum Húsgarðshaga, tvørtur um Hvannagjógv, gjøgnum Líðarhaga og heilt vestur á Nakkin. Tá klokkan er umleið 1230 samlast allir aftur ovast í Skarðinum, vestanfyri Hvalbiartunnlinum. Her fáa menn sær aftur ein góðan bita, og halda ein stuttan steðg. Nú er klappjaktin so at siga hálvrunnin. 

Eftir steðgin í Skarðinum, stendur hvørjum skjútta frítt í velja hvørja leið hann gongur heimaftur.

Tá klokkan er umleið 17 skullu allir skjúttarnir, verða aftur í Syðratoftum, og jaktin er at enda komin. Tá allir eru komir heim, verdur talt upp, hvussu nógvar harur eru skotnar, og hvussu nógv tær viga.

Seinnu árini er bilhúsið hjá Solveig nýtt til samlingsstað, og til uppteljing og viging.

Henda løtan, tá harurnar vera upptaldar og vigaðar, plagar at samla nógv fólk, sum koma at fregnast yvir, hvussu dagurin hevur gingið, hvør fekk flestar osfr.

Meðan talt verur upp, verður samstundis avtalað nær og hvar haruballið skal haldast. Haruballið verur vanliga hildið fyrsta leygarkvøld eftir sjálva jaktina.