Gomul mynd av harumonnum

Higartil elsta myndin sum heimasíðan hevur fingið fatur á, er ein mynd sum er fingin til vega frá Hans J. Mortensen úr Tórshavn.

Myndin er tikin í Syðratoftum aftaná klappjaktina í antin 1953 ella 1954. Myndina hevur antin Edel Mortensen ella Svend Jensen tikið.

Harukongur hendan dagin gjørdist Hans “í Keld” A. Strøm við antin 12 ella 16 harum.

Aftara rað frá vinstru: Erik “hjá Nillinum” Ellendersen, Karl “hjá Pagge” Sørensen, Hans “í Keld” A. Strøm, Eyvind Eyvindsson, Olaf Strøm, Pole “á Bakkabrúgv” Nolsøe, Óla Jákup Gudmundsson, Pole “í Øravík” Rasmussen, Nikodemus “Demmus” Petersen og Georg Thomsen.

Framra rað frá vinstru: Eliesar Magnussen, Kaj “Kajerman” Eyvindsson, Hans J. Mortensen, Poul Juul “á Brúgv” Thorsteinsson, Petur “í Garðinum” Nolsøe, Erhard Mortensen, Anker Mortensen og Eddy Petersen.

Drongurin í vinstru síðu, ið hevur húgvu á høvdinum og hendurnar í lummanum, er Heðin Mortensen.